Fyribyrging ella avleiðing – hevur myndugleikabýti týdning?
- og hví er munur í revsimálum og barnaverndarmálum?
Tá atburðurin hjá onkrum ikki svarar til tað, sum samfelagið metir verða rætt, so hava vit nakrar myndugleikar, ið vit kunnu senda fráboðanir til, sum so skulu kanna, meta um og taka støðu til, um grundarlag er fyri at seta inn; antin fyribyrgjandi ella við avleiðingum.
Myndugleikabýti og mannagongdir í revsimálum
Tá løgreglan fær eina fráboðan um, at onkur ber seg at, sum samfelagið metir verða skeivt (onkur meldar), verður støða fyrst tikin til, um grundarlag er fyri at seta í gongd eina kanning av málinum. Metir løgreglan ikki, at orsøk er at seta kanningar í gongd, endar málið beinanvegin; tó at løgreglan eisini, í ein ávísan mun, roynir at tosa partarnir til rættis.
Er grundarlag fyri at seta í verk kanningar í einum revsimáli, so er tað løgreglan, ið savnar inn prógv og tekur sær av, at øll tey, sum eru viðkomandi fyri málið, verða avhoyrd.
Um rímulig orsøk er at illteinkja ein ávísan persón, verður hesin skuldsettur.
Tá kanningararbeiðið er liðugt, verður málið koyrt víðari frá løgregluni til ein ákæra, sum síðani metir um málið.
Uppgávan hjá ákæranum er m.a. at tryggja, at tey, sum hava gjørt okkurt revsivert, ábyrgdast fyri hetta, men í eins stóran mun at man ikki eltir tey, ið eru ósek. Tað er eitt krav, at ákærin hevur løgfrøðiligt embætisprógv.
Um ákærumyndugleikin ikki metir, at nóg góð prógv eru í málinum, verður málið endað, og fráboðan verður send til tann, sum hevur meldað. Annars verður málið lagt fyri rættin við einum ákæruriti. Skuldsetingin verður tá broytt til ákæru.
Verður málið lagt fyri rættin, so ger rætturin av, um tann ákærdi er sekur ella ikki, og hvørja revsing tann ákærdi skal hava.
Kriminalforsorgin hevur til uppgávu at fremja ta revsing, sum rætturin hevur ásett, og skal kriminalforsorgin í hesum sambandi viðvirka til at avmarka lógarbrot.
Kriminalforsorgin er ein sjálvstøðugur myndugleiki, og er sostatt ikki skipaður undir løgregluni ella ákæruvaldinum.
Myndugleikabýti og mannagongdir í barnaverndarmálum
Tá onkur letur eina fráboðan inn til barnaverndartænastuna (BVT) um viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir barnaverndarlógini, skal BVT sum skjótast, og seinast innan eina viku, meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk.
Er grundarlag fyri at seta í verk kanningar í einum barnaverndarmáli, so er tað BVT, sum stendur fyri kanningunum, fær til vega frágreiðingar frá teimum myndugleikum og øðrum, ið verða mett at kunna geva týðandi frágreiðingar í málinum, og tekur sær av avhoyringum.
Tað er eisini BVT, sum tekur støðu til, um grundarlag er fyri at “skuldseta” ella “ákæra” foreldur, og leggja mál fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina um umsorganaryvirtøku av barninum frá foreldrunum.
Her er sostatt eingin sjálvstøðugur ákærumyndugleiki, við samsvarandi førleikum, sum ákærumyndugleikin í revsimálum hevur.
Verður mál lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, so ger Høvuðsbarnaverndarnevndin av, um barnið skal umsorganaryvirtakast frá foreldrunum, og um, ella í hvønn mun, barnið kann hava samveru við foreldrini. Avgerðin hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini kann leggjast fyri rættin.
Ein týðandi táttur í barnaverndarlógini eru fyribyrgjandi fyriskipanir, so sum t.d. at veita sálarfrøðiliga hjálp til barnið og/ella familjuna, at veita familjuviðgerð ella líknandi stuðul, at geva tilboð um umlættingarskipan hjá góðkendum fosturforeldrum og at stuðla foreldrum at fáa og fullføra viðgerð vegna sjúku, rúsevnismisnýtslu ella aðrar persónligar trupulleikar. Slíkar fyribyrgjandi fyriskipanir skulu sum útgangsstøði setast í verk við samtykki frá og í samstarvi við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan.
Yvirtøka av umsorganini fyri einum barni skal bert nýtast, um mett verður, at umsorganaryvirtøka er neyðug og best fyri barnið, og tá ið fyribyrgjandi fyriskipanirnar ikki verða mettar at skapa eitt nøktandi úrslit fyri barnið.
Upplegg til kjak
Eg haldi at brúk er fyri einum kjaki um tørvin á at skilja BVT sundur í meira ella minni óheftar eindir, alt eftir um talan er um:
- kanningar í tilknýti til fráboðanir o.a. (svarandi til arbeiðið hjá løgregluni),
- fyrireiking av málum at leggja fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina og rættin (svarandi til arbeiðið hjá ákæruvaldinum), ella
- uppgávuna at veita tilboð um fyribyrgjandi fyriskipanir (í ávísan mun svarandi til arbeiðið hjá kriminalforsorgini).
Myndugleikabýti, meti eg, hevur týdning m.a. fyri rættartrygdina, álitið á skipanina og møguleikarnir fyri at fyribyrgjandi fyriskipanir kunnu eydnast.
Foreldur mugu t.d. hava álit á einum myndugleika, sum skal bjóða teimum fyribyrgjandi fyriskipanir. Hevur sami stovnur eisini til uppgávu bæði at kanna og at ákæra foreldur í Høvuðsbarnaverndarnevndini og rættinum, kann tað verða trupult at varðveita slíkt álit.
Somu hugleiðingar kunnu verða viðkomandi við atliti til arbeiðið hjá Familjufyrisitingini, ið eisini hevur til uppgávu bæði at veita ráðgeving og at taka avgerðir. Ein samanseting, sum ikki altíð fremur álit til samstarv um at loysa avbjóðingar við ráðgeving heldur enn við avgerðum.
Skulu vit sleppa undan at skipa fleiri stovnar, í einum lítlum landi sum Føroyar, ber eisini til at umskipa virksemi hjá fleiri myndugleikum, har sami trupulleiki ger seg galdandi, soleiðis at uppgávur, sum hava sama endamál, verða lagdar saman tvørtur um ymiskar verandi myndugleikar, so sum t.d. BVT, Familjufyrisiting og Høvuðsbarnaverndarnevnd.
Avgerandi er sjálvsagt, í hvønn mun vit leggja dent á fyribyrging heldur enn avleiðing ella revsing.
Tórshavn, tann 4. mars 2023
Kristina Samuelsen, adv.(L)