Løgfrøðilig ráðgeving og advokatumboðan

Vit veita løgfrøðiliga ráðgeving í privatum og vinnuligum málum, í viðurskiftum hjá ella við almennar myndugleikar og stovnar, umframt umboðan í rættarmálum í Føroya Rætti og í Landsrættinum.

Hevur tú brúk fyri ráðgeving, er tú vælkomin at ringja, senda eitt teldubræv ella avtala eina tíð, har tú kanst støkka inn á gólvið til eitt prát um tínar løgfrøðiligu avbjóðingar. Kontaktupplýsingar eru at finna niðast á síðuni.

Vanlig telefontíð er gerandisdagar í tíðarskeiðnum kl. 8.30-16.00.

Viðtala eftir avtalu.