Viðgerð av persónsupplýsingum

Sum dátuábyrgdarar hava Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv. hvør sær ábyrgdina av at verja tínar persónupplýsingar, og vit taka hesa ábyrgd í størsta álvara. Niðanfyri finst kunning um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar eins og kunning er um, hvørji rættindi, tú sum skrásettur hevur.  Henda síða verður dagførd leypandi, t.d. um vit broyta, hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar, ella um vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.

Tú góðtekur, at allar ósemjur viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru lýst her, verða loystar í samsvari við føroyskan rætt.

Innsavnan og viðger av persónsupplýsingum, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu

Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga (browsara) og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni.

Okkara heimasíða hevur eisini leinkir til aðrar heimasíðir ella til samkoyrdar heimasíðir. Vit taka ikki ábyrgd fyri innihaldinum á heimasíðum hjá øðrum veitarum, ella fyri mannagongdunum hjá slíkum veitarum viðvíkjandi innsavnan av persónsupplýsingum.

Tá tú vitjar aðrar heimasíðir, mæla vit til, at tú lesir teirra politikkir viðvíkjandi vernd av persónsupplýsingum, umframt aðrar viðkomandi politikkir.

Kennifílur (cookies) á heimasíðuni

Okkara servari sendir tínum kaga ein fyrispurning fyri at staðfesta, um kagin hevur goymt “cookies” í sambandi við undanfarnar vitjanir á heimasíðuni. Ein cookie er ein lítil dátufíla, sum verður goymd í tínum kaga, tá ið tú vitjar eina heimasíðu, so heimasíðan kennir tína teldu aftur, næstu ferð tú vitjar hana. Ein cookie er ein óvirkin fíla, og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Cookies kunnu savna inn upplýsingar, undir hesum eyðmerkingarlykil, brúkarastillingar, brúkaraupplýsingar, upplýsingar um brúk av heimasíðuni og samlaðar hagfrøðiligar upplýsingar. Cookies kunnu eisini brúkast til at goyma brúkarastillingar og til at greina og meta um effektivitetin av serstøkum pørtum av heimasíðuni í samsvari við hesar leiðreglur umframt til at betra um brúkaraupplivingina.

Vit hava gjørt avtalur við triðjapartsveitarar, sum geva okkum atgongd til greiningar- og søluamboð. Hesi amboð kunnu okkara vegna leggja cookies á tína teldu, sum gera tað møguligt at greina tína atferð á okkara heimasíðu. Eisini hava vit eina síðu á Facebook, har upplýsingar um tína atferð verða savnaðar, tó bara um tú velur at vitja hesa síðuna.

Til ber at lesa meira um teirra viðgerð av persónsupplýsingum her:

Google: https://policies.google.com/privacy

Facebook: https://www.facebook.com/policy.php

AddThis: www.addthis.com/academy/tag/cookies/

Tín kagi kann hava funkur, sum gera tað møguligt at stýra cookies. Flestu nýggjari kagar kunnu t.d. ávara teg, tá ið ein heimasíða vil leggja eina cookie-fílu á tína teldu, so tú kanst nokta ella góðtaka tað. Tú kanst eisini stilla kagan til at nokta øllum cookie-fílum ella til einans at góðtaka cookie-fílur frá teirri heimasíðuni, tú vitjar (nokta triðjaparts-cookies). Tú fært altíð broytt og tikið burtur samtykkið við at trýsta á tannhjólið niðast til vinstru á okkara heimasíðu. Legg til merkis, at um tú noktar øllum cookie-fílum, eru summar funkur á heimasíðuni ikki tøkar.

Summar cookie-fílur verða goymdar á tíni teldu, eftir at tú ert farin av síðuni. Meginparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir, men summar verða ikki strikaðar, um tær hava eina serliga funku; t.d. cookies, sum goyma frávalsstillingar. Tú kanst strika einstakar cookie-fílur ella allar cookie-fílur, sum tín kagi hevur goymt, gjøgnum stillingargluggan á kaganum.

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu uttan at hava noktað ella strikað cookies, góðtekur tú nýtsluna av cookies á heimasíðuni. Vit brúka greiningaramboð frá Google og Facebook.

Lesast kann meira um cookies, sum verða nýttar á okkara heimasíðu, við at trýsta á tannhjólið niðast til vinstru á okkara heimasíðu, har kunnað verður um, júst hvørjar cookies verða brúktar.

Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum enn teimum, sum standa her, ella í fyriliggjandi kunningarskrivunum um tíni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Dátuverndarpolitikkur

Vit, Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv. fáa hvør sær persónsupplýsingar frá tær, tá ið tú setir teg í samband við okkum.

Hóast vit eru skipaðar í skrivstovufelagsskapi, so eru vit sjálvstøðugir advokatar. Tað vil siga, at vit arbeiða hvør sær, hava hvør sínar klientar, hvør sítt bókhald vm. Vit samstarva tó í ávísan mun, men deila ongantíð tínar upplýsingar okkara millum, uttan títt serstaka samtykki.

Vit leggja báðar stóran dent á trygd og verju av persónsupplýsingunum í okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum í sambandi við málsviðgerð, sum liður í vanliga advokatvirkseminum og anti-hvítvask fyriskipanir og vitjan á heimasíðu okkara. Talan er um persónupplýsingar um brúkarar, viðskiftafólk/klientar og samstarvspartar.

Sambært § 23 í dátuverndarlógini skulu vit kunna teg um okkara dátuverndarpolitikk, tá ið vit móttaka persónsupplýsingar um teg. Tað er bert til tína kunning. Tú nýtist ikki at gera nakað, og tú missir eingi rættindi, um tú ikki lesur kunningina.

Niðanfyri kanst tú lesa yvirskipaða kunning um, hvar vit fáa upplýsingar, og hvussu leingi vit goyma tær. Harafturat kanst tú nema tær vitan um dátuverndarpolitikkin hjá Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv.

Yvirskipaðar reglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum á skrivstovunum hjá Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv.

Endamál og rættarstøðið fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv. viðgera persónsupplýsingar tínar í okkara vanliga advokatvirksemi, við tí endamálið at kanna og svara tínum spurningum, veita advokathjálp og at útinna neyðugu málsviðgerðina, sambært áheitan tíni til okkara.

Fyri at viðgerða títt mál kann tað verða neyðugt at:

  • Fáa til vega og gjøgnumganga tínar persónsupplýsingar,
  • Goyma, antin fysist ella elektroniskt, samskifti, skjøl, myndir og annað tilfar í málinum, sum kann fevna um tínar persónsupplýsingar,
  • Lata tínar persónsupplýsingar víðari til onnur, alt eftir umstøðunum eisini viðkvæmar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um húðalit, ættarslag ella etniskan uppruna, kynslig viðurskifti, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, yrkisfelagsligt tilknýti ella heilsuupplýsingar. Í hesum sambandi skal verða viðmerkt, at vit fylgja trúnaðarmannagongdum sum eru galdandi fyri advokatar. Upplýsingar sum vit hava fingið til vega, kunnu bara verða kravdur útflyggjaðar sambært rættarúrskurði.

Viðgerðin av persónsupplýsingunum fevnir vanliga um vanligar persónsupplýsingar, so sum navn, bústað og kontaktupplýsingar, og viðgerðin av hesum er vanliga grundað á § 8 stk. 1, nr. 1, 2, 3 ella 4 í dátuverndarlógini, sum snýr seg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.

Ert tú mótpartur ella triðipartur í einum máli, vil okkara viðgerð vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 4, í dátaverndarlógini, nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni, og § 8, stk. 1, nr. 3, um, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu.

Hevur tú sent okkum persónsviðkvæmar upplýsingar, er viðgerð okkara grundað á § 12, stk. 1, nr. 7 í dátuverndarlógini.

Viðkvæmar persónsupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring, ella yrkisfelagsligt tilknýti eins og viðgerð av íløgudátum, biometriskum dátum við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

Hevur tú sent okkum upplýsingar um revsiverd viðurskifti, er viðgerð okkara grundað á § 13, stk. 5 í dátuverndarlógini.

Vit kunna viðgera persónstøl sambært § 16 í lógini um vernd av persónupplýsingum, m.a. tá viðgerðin er heimilað í lóg ella klienturin hevur givið sítt samtykki. Hetta verður eitt nú gjørt fyri at fylgja reglunum um hvítvasking og í sambandi við skráseting í almennum skráum, so sum Tinglýsingini ella Skráseting Føroya.

Um tú skalt senda okkum viðkvæmar upplýsingar, mæla vit tit at tú brúkar kryptering, so sum tryggan teldupost ella at skjøl verða vard við kotum.

Tá vit veita løgfrøðiliga ráðgeving til einstaklingar, viðgera vit mál innan fleiri ymisk rættarlig málsøki. Rættargangslógin kap 18., við viðkomandi kunngerðum og vegleiðingum, ásetir rættargrundarlagið fyri vanliga virkseminum hjá advokatum, og lýsir soleiðis hvørjar viðgerðir av persónsupplýsingum virksemið kann fevna um, sambært nevndu ásetingum í dátuverndarlógini.

Hvørjar upplýsingar savna vit um teg?

Í sambandi við viðgerð av málið tínum er tað í fleiri førum neyðugt at savna upplýsingar um teg. Í hesum viðgerðum stremba vit eftir, ikki at savna ella viðgerða fleiri upplýsingar enn neyðugt er fyri viðgerð av máli tínum.

Fyri at stovna eitt mál, skráseta vit upplýsingar um títt navn, bústað, telefonnr. og teldupostadressu. Tað er bara tá vit átaka okkum málsviðgerð tína vegna, at neyðugt er, at vit stovna eitt mál.

Hvar savna vit upplýsingar um teg?

Vanliga savna vit upplýsingar um teg beinleiðis frá tær. Talan er tá um upplýsingar sum tú verður biðin um at upplýsa, tá tú hevur eitt mál hjá okkum. Í samráð við teg kunnu vit eisini fáa ella savna upplýsingar frá øðrum keldum, sum t.d. frá almennum myndugleikum ella felags yvirlitum.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvagani vit savna upplýsingar um teg, og tú fært altíð hesar upplýsingar í sambandi við málsviðgerðina.

Hvussu víðarigeva vit upplýsingar um teg?

Vit hava tagnarskyldu um teg og tíni viðurskifti, og skulu ikki ógrundað geva upplýsingar víðari, sum vit í okkara arbeiði hava fingið kunnleika til. Vit geva bert upplýsingar víðari, um tað er heimilað, ella vit hava skyldu til tess eftir ásetingum í lóg, ella við tínum samtykki. Tað kann til dømis vera sum liður í málsviðgerðini hjá okkum fyri okkara viðskiftafólk, at upplýsingarnar kunnu verða deildar við mótpartar, vitnir, arbeiðsgevarar, kommunur, myndugleikar, dómstólarnar, ella partar, sum skulu vera við til at greiða/upplýsa málið.

Nær geva vit persónsupplýsingar tínar víðari til triðjalond?

Undantikið kennifílur og greiningaramboð á heimasíðuni, sum nærri lýst omanfyri, geva vit sum meginregla ikki persónsupplýsingar víðari til triðjalond, undir hesum útlendskar myndugleikar ella altjóða felagsskapir í triðjalondum, uttan so at tað er neyðugt fyri málsviðgerðina. Fyri nærri kunning um hetta kanst tú lesa kap. 6 í Dátaverndarlógini.

Hvussu leingi goyma vit persónsupplýsingar?

Vit skjalføra allan post, sum kemur inn og fer út, umframt alt skjalatilfar sum verður útvega okkum frá tær ella í samráð við teg. Alt skjalatilfar, herundir persónsupplýsingar, verður vanliga goymt í 5 ár eftir at málið er enda hjá okkum. Hetta við atlitið til møguligar klagur ella endurgjaldskrøv í sambandi við okkara ráðgeving og málsviðgerð.

Vit strika og burturbeina upplýsingarnar, tá ið hesi 5 ár eru liðin. Tá ið upplýsingar eru strikaðar, ella burturbeindir hava vit ikki longur atgongd til upplýsingarnar.

Tínar persónsupplýsingar verða bara viðgjørdar í tann mun tað er neyðugt, og so leingi títt mál ikki er avgreitt.

Í sambandi við varðveitslu skulu vit tó taka atlit til rættarligar skyldur hjá okkum eftir m.a. lóggávuni um dátavernd, hvítvask, bókhald og fyrning.

Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært lógini um hvítvask

Hvítvasklógin er galdandi, tá løgfrøðilig tænasta verður veitt við at planleggja ella avgreiða transaktiónir fyri klientar í sambandi við:

  • keyp og sølu av fastari ogn ella fyritøkum
  • umsiting av peningi, virðisbrøvum ella øðrum aktivum hjá klientum
  • upprættan ella umsiting av banka-, uppsparingar-, ella virðisbrævakontu
  • móttøku av neyðugum kapitali til at stovna, reka ella leiða eina fyritøku
  • stovning, rakstur ella leiðslu av fyritøkum
  • aðra handilsliga ráðgeving

Hvítvasklógin er harafturat galdandi, um advokaturin vegna klientin og fyri rokningina hjá klientinum ger eina fíggjarliga transaktión ella eina transaktión viðvíkjandi fastari ogn. Um tú ert klientur í slíkum málum, verður tú biðin um at útvega dokumentatión upp á samleikaupplýsingar. Vit hava skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um allar veruligu eigararnar í felagnum.

Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya. Fyri útlendsk feløg verður innheintað útskrift frá viðkomandi myndugleikum í landinum ella líknandi dokumentatión. Er talan um útlendingar kann møguliga vera tørvur á fleiri upplýsingum.

Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár aftaná, at klientviðurskiftið er hildið uppat, og síðani verða upplýsingarnar strikaðar sjálvvirkandi í skipan okkara. Ongin fysisk skjøl vera varðveitt longri enn 5 ár.

Upplýsingarnar verða sum útgangsstøði innheintaðar frá skrásetta sjálvum, og vit hava skyldu at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar.

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 3, í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Vit kunna eftir hvítvasklógini blíva áløgd at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugleikar, so sum løgregluna ella Fíggjareftirlitið. Tá er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

Nær og hvussu brúka vit sjálvvirkandi avgerðir?

Vit brúka ikki sjálvvirkandi avgerðir.

Trygdarbrot

Kristina Samuelsen, adv. og Eyðhild Skaalum, adv. hava mannagongd fyri handfaring av møguligum trygdarbrotum í mun til dátuvernd, herundir um fráboðan til Dátueftirlitið og tann skrásetta.

Hvørji rættindi hevur tú?

Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:

Tú hevur rætt til at fáa innlit í upplýsingar um teg – § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar og/ella krevja at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar – § 27 um rættin til rætting.

Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til – § 28 um rættin til striking.

Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað – § 29 um rættin til viðgerðaravmarking.

Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla at viðgerð av tínum upplýsingum verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring – § 33 um rættin til at mótmæla.

Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerð av tínum persónsupplýsingum – § 32 um rættin at mótmæla.

Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lógggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna avsamtykkinum – § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.

Tú hevur rætt til at at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði – § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum og  dátuportabilitet.

Treytir ella avmarkingar kunnu vera knýttar at nevndu rættindunum, og er tað tengt at serstøku umstøðunum, sum eru galdandi í sambandi við dátuviðgerðina.

Vilt tú brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við tann av okkum, sum tú hevur gjørt avtalu um ráðgeving við. Umbønin verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti, so sum nøgd og torleiki gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Sí nærri kunning niðanfyri, um hvussu tú kanst seta teg í samband við okkum sum dátuverndarfólk á hvør okkara skrivstovum.

Niðanfyri kanst tú eisini lesa meira um, hvørjar uppgávur eitt dátuverndarfólk hevur, og hvørjum viðkomandi kann hjálpa tær við.

Broyting og dagføring av hesum skjali

Henda síðan kann verða dagførd, t.d. orsakað av broytingum í lóggávu, nyggjum tøkniligum loysnum ella møguleikum, ið t.d. kunnu betra um okkara heimasíðu, bygnaðarbroytingum á skrivstovunum, broytingum í okkara tænastuútboði ella broytingum í okkara mannagongdum. Vit skila okkum rætt til at broyta hesa síðu uttan at boða frá tí á annan hátt enn við at dagføra síðuna. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu regluliga fyri at halda teg kunnugan við okkara viðgerð av persónsupplýsingum.

Við at brúka heimasíðu okkara góðtekur tú treytirnar á hesi síðu. Um tú ikki góðtekur treytirnar, verður tú vinarliga biðin um ikki at brúka okkara heimasíðu ella tær tænastur, ið hoyra henni til.

Dátuverndarfólkið á hvør okkara skrivstovum

Hevur tú spurningar um okkara handfaring av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í okkara leikluti sum dátuverndarfólk á hvør okkara skrivstovum.

Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum sum dátuverndarfólk, um tú hevur illgruna um, at vit hava brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.

Hvør er uppgávan hjá dátuverndarfólkinum?

Uppgávan hjá dátuverndarfólkinum, er at styðja uppundir, at vit liva upp til galdandi dátuverndarreglur. Harafturat ráðgevur og vegleiðir dátuverndarfólkið leiðslu og starvsfólki um krøvini um trygga handfaring av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlóggávu.

Hvat kann dátuverndarfólkið ikki hjálpa við?

Dátuverndarfólkið kann ikki vegleiða um lógarspurningar ella rættarviðurskifti, herundir løgfrøðiligar spurningum viðvíkjandi einum máli, har tú hevur fingið ráðgeving frá okkum, ella hjálpa við at orða kærur.

Dátuverndarfólkið kann ikki taka støðu til, um skeivleikar eru í vanligu málsviðgerðini hjá okkum.

Tú kanst lesa meira um leiklutin hjá dátuverndarfólkinum á heimasíðuni hjá Dátaeftirlitinum www.dat.fo.

Set teg í samband við dátuverndarfólk okkara

Hevur tú spurningar um okkara handfaring av persónsupplýsingum tínum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í okkara leikluti sum dátuverndarfólk á hvør okkara skrivstovum.

Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið, um tú hevur illgruna um, at vit hava brotið trúnaðin í handfaring av tínum persónsupplýsingum ella persónsupplýsingum hjá øðrum.

Er talan um mál á skrivstovuni hjá Kristinu Samuelsen, adv., kanst tú senda ein teldupost til ks@advokatur.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”, ella við vanligum posti til:

Kristina Samuelsen, adv.

Att: Dátuverndarfólki

Dr. Jakobsensgøta 3

100 Tórshavn

Er talan um mál á skrivstovuni hjá Eyðhild Skaalum, adv., kanst tú senda ein teldupost til eydhild@advokatur.fo, har tú viðmerkir "Att: Dátuverndarfólkið”, ella við vanligum posti til:

Eyðhild Skaalum, adv.

Att: Dátuverndarfólki

Dr. Jakobsensgøta 3

100 Tórshavn

Tú ert eisini vælkomin at skriva og biðja okkum ringja til tín.

Kæra um viðgerð av persónsupplýsingum

Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram á skrivstovunum hjá Kristinu Samuelsen, adv. ella Eyðhild Skaalum, adv. sambært dáturverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.

Dátueftirlitið

Tinganes,

Postboks 300

110 Tórshavn

Teldupostur: dat@dat.fo

Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.