Hugleiðing um rættindi hjá einum skuldsettum

01.03.2023

- hví er munur í revsimálum og barnaverndarmálum?

Hvat er ein skuldseting?

Hugtakið skuldseting verður vanliga brúkt í tilknýti til lógbrótarar.

Um løgreglan metir seg hava rímiliga orsøk at illteinkja ein ávísan persón fyri at hava framt eina brotsgerð, skal løgreglan skuldseta viðkomandi og boða frá, hvørja brotsgerð ein er skuldsettur fyri. Hetta skal í øllum førum gerast, áðrenn nøkur avhoyring fer fram. Er løgreglan í iva, um orsøk er at illteinkja viðkomandi fyri eina brotsgerð, kann viðkomandi eisini verða avhoyrdur við rættindum hjá einum skuldsettum.

Sum skuldsettur í einum revsimáli hevur tú nøkur rættindi, sum løgreglan skal upplýsa teg um.

Rættindi hjá skuldsettum í einum revsimáli

Sum skuldsettur í einum revsimáli kanst tú nokta at úttala teg. Tú hevur bara skyldu at upplýsa títt navn, tín bústað og tín føðingardag.

Sum skuldsettur hevur tú rætt til ein advokat, sum t.d. kann ráðgeva teg um, hvørt tú skalt úttala teg ella ikki. Gevur tú frágreiðing, so vil hendan verða partur av málinum og kann verða brúkt ímóti tær. Sjálvt um tú kanst nokta at úttala teg, so hevur tú rætt til at verða hoyrd(ur) um málið og teir upplýsingar, sum fyriliggja í málinum; hetta soleiðis at tú kanst røkja tíni áhugamál. Tú kanst eisini krevja, at løgreglan ger kanningar í málinum, sum tú ella tín advokatur meta eru viðkomandi fyri málið.

Tín advokatur hevur rætt til at vera hjástaddur undir avhoyringum, um tú ynskir hetta. Advokaturin hevur rætt til at seta ískoytisspurningar. Spurningar, sum løgreglan setur til tann skuldsetta, mugu ikki setast fram soleiðis at okkurt, sum viðkomandi noktar ella ikki viðurkennir, verður sett fram sum viðgingið; og lyftir, falskar fortreytir ella hóttanir mugu ikki brúkast.

Løgreglan skrivar tína frágreiðing í eina løgreglufrágreiðing (politirapport), sum tú hevur rætt, men ikki skyldu til, at lesa og undirskriva. Um tú hevur ískoyti ella rættingar til tað, sum løgreglan hevur skrivað, skulu tínar viðmerkingar takast við í løgreglufrágreiðingina.

Um tú ikki ert handtikin, so er tað sjálvboðið, um tú velur at fara við á løgreglustøðina til avhoyring.

Rættindi hjá foreldrum, ið eru undir illgruna ella eru “skuldsett” í einum barnaverndarmáli

Um rímilig orsøk er til at halda, at eitt barn hevur tørv á, at fyriskipan verður sett í verk sambært barnaverndarlógini, skal barnaverndarumsitingin skjótast til ber kanna málið. Hetta verður m.a. gjørt við avhoyringum av foreldrum.
Hugtakið skuldseting verður ikki brúkt í sambandi við barnaverndarmál, og foreldur hava eingi formlig rættindi, tá tey verða avhoyrd av barnaverndarumsitingini (BVT) í sambandi við kanningar í einum barnaverndarmáli.

Foreldur fáa ikki at vita, at tey kunnu nokta at úttala seg, og tey hava ikki rætt til advokat, uttan tá/fyrr enn BVT ger av at leggja eitt mál fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina uttan samtykki frá foreldrunum. Foreldur fáa heldur ikki at vita frammanundan, um tey eru illtonkt fyri at vera ein orsøk til, at eitt barn hevur tørv á, at fyriskipan verður sett í verk.
Hetta merkir í praksis tað, at tá foreldur verða avhoyrd av BVT, so er tað oftast uttan advokat ella hjásita og uttan nakra ráðgeving frammanundan um m.a. heimildir og skyldur hjá BVT sambært barnaverndarlógini.

Heldur eingi krøv eru um, at avhoyringar hjá BVT skulu bandast og/ella skjalfestast við eini frágreiðing, sum foreldur hava rætt til at lesa, gera viðmerkingar til og undirskriva. Vanliga fáa foreldur heldur ikki innlit ella avrit av tilfarinum, sum BVT hevur fingið til vega í málinum, áðrenn foreldur verða boðin á fund.

Geva foreldrini samtykki til eina fyriskipan, hava tey ikki rætt til advokat.

Ein kann undrast yvir, hví skuldsett hava tørv á rættindum, sum verja tey mótvegis órætti frá løgregluni, men at sami tørvur ikki verður mettur at verða á, at foreldur verða vard mótvegis møguligum órætti frá BVT.

Er tað heilt óhugsandi, at BVT t.d. kann fáa samtykki frá foreldrum til eina fyriskipan undir hóttan um, at mál annars ferð at verða reist um umsorganaryvirtøku, men har BVT ikki hevur neyðug prógv at leggja til grund fyri eini umsorganaryvirtøku?

Tað er í øllum førum ringt at ímynda sær, at ein skuldsettur í einum revsimáli ikki skuldi havt rætt til ein advokat fyrr enn viðkomandi varð ákærdur og málið lagt fyri rættin; og har hann kanska longu undir avhoyringum hjá løgregluni hevur játta seg sekan. Tá er avmarkað, hvørja hjálp ein advokatur kann veita, líkasum tað eisini er avmarkað, hvørja hjálp ein advokatur kann veita, tá tað er komið hartil, at eitt mál um umsorganaryvirtøku er lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.

Avleiðingar

Illgruni, kanningar og skuldsetingar í revsimálum kunnu í ringasta føri hava við sær dóm um frælsistøku.

Illgruni, kanningar og skuldsetingar í barnaverndarmálum kunnu í ringasta føri hava við sær eina umsorganaryvirtøku av einum ella fleiri børnum frá teirra foreldrum.

Tað kann undra, at tey atlit, sum liggja til grund fyri rættindunum hjá skuldsettum í revsimálum, ikki tykjast at verða viðkomandi, tá talan er um illgruna, kanningar og “skuldsetingar” í barnaverndarmálum.

Verður ein umsorganaryvirtøka av børnum roknað sum eitt minni inntriv enn ein frælsistøka?

Ein frágreiðing er kanska tann, at atlit til børn skulu takast fram um atlit til teirra foreldur. Hinvegin so føra atlit til ein møguligan órættaðan ikki til, at skuldsett í revsimálum ikki hava nøkur rættindi.

Atlit til rættartrygdina hjá foreldrum nýtast heldur ikki at hava við sær, at atlit til børnini verða sett til síðis.

Harumframt er tað eitt týðandi atlit við rættindunum hjá tí skuldsetta, at upplýsingin av málinum er sonn og fullfíggja, soleiðis at mest møgulig trygd fæst fyri eini rættari avgerð.

Sjálv haldi eg, at tað ikki hevði verið meira enn rímiligt, at foreldur fáa somu rættindi sum tey, ið eru skuldsett í einum revsimáli, tá talan er um illgruna, kanningar og “skuldsetingar” í barnaverndarmálum.


Tórshavn, tann 1. mars 2023

Kristina Samuelsen, adv.(L)


Onnur tíðindi

20.05.2024

Føroyafrádráttur hjá føroyingum sum eru lesandi í Danmark skal ikki avmarkast til lønarinntøku

04.03.2023

Fyribyrging ella avleiðing – hevur myndugleikabýti týdning?

01.03.2023

Hugleiðing um rættindi hjá einum skuldsettum

28.03.2022

Nýggj hølir

26.04.2018

Frágreiðingin um flyting av veiðiloyvum handað

25.09.2013

Leiklutu­rin hjá embætisverki­num at tryggja rættarsam­felagið

Fleiri tíðindi