Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?

01.09.2013

Okkurt má verða galið, tá hundrað- ella kanska túsundtals fólk fara á barrikadurnar at mótmæla, ikki bara í Føroyum, men eisini í fleiri øðrum londum.

Men hvat er galið?

Er tað okkara politikarum tað er galið við? Er tað bara í Føroyum at politikarar telja atkvøður og verða ávirkaðir av tí?

Ella mangla okkara politikarar kanska mótspæl?

Hvussu kann hesin trupulleikin loysast?

Vit hava tíbetur embætisfólk, sum tora at gera vart við seg við teirra fakligu bakgrundsvitan. Vit hava tíbetur eisini fakfeløg, sum stuðla slíkum embætisfólkum. Hattin av fyri teimum.

Løgtingsumsitingin kemur ferð eftir ferð við uppritum, har mælt verður Løgtinginum til at burturvísa tingmál. Og tað hendir eisini, at tingmál verða burturvíst. Tað verður onkuntíð lurtað.

Miðlarnir royna at grava og seta fokus á ymisk viðurskifti. Flot.

Og nú hava vit eisini eina fólkamongd, sum heldur tað vera neyðugt at gera vart við ein trupulleika og mótmæla. Heilt fantastist.

Men hvat so?

Kanska politikarar fara at taka atlit til hetta fólkakravið, um fólkamongdin bara er nóg stór? Teir telja jú. Kanska ein aðalstjóri, landsstýrismaður, ella kanska sjálvur løgmaður rýkur? So hevði øll verið glað. Mótmæli hevði givið úrslit. Hurra.

Men er trupulleikin so loystur?

Kann tað verða verri?

Hvat hendir, tá tann eini av landssins hægstu embætisfólkum, sum veruliga hevur torað at givið politikarum eitt mótspæl, bæði sjálv og við ryggdekningi til síni embætisfólk, fer frá vegna aldur?

Fáa miðlarnir størri vælvild á fíggjarlógini, tá teir geva politisku skipanini eitt mótspæl?

Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt?

Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva politisku skipanini eitt fakligt mótspæl? Ella í øllum førum, at tað ikki fær neiligar avleiðingar fyri viðkomandi?

Hava vit ikki løgmansstjórar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum embætisfólkunum neyðuga ryggdekningin og finna eina veruliga og varandi loysn á trupulleikanum?

Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum?

Hesin spurningurin varð einaferð settur á eini ráðstevni fyri nøkrum árum síðani. Har varð bara ein av landsins hægstu embætisfólkum, ið metti sína aðaluppgávu verða at tæna fólkinum. Hetta varð stjórin á løgtingsumsitingini.

Í dag kann tað tykjast, at uppgávan hjá embætisverkinum bara er at gera tær politisku prioriteringarnar, ið verða settar út í kortið, mest optimalar. Hetta heldur enn at gera eina roynd at tryggja, at tær mest optimalu loysnirnar verða politiskt prioriteraðar.

Lat okkum vóna, at samgongan, ella kanska andstøðan, metir støddina á fólkamongdini leygardagin verða nóg stóra til at geva hesum ans. Hóast tað neyvan er politikararnar, sum eru trupulleikin, so er tað bara teir, sum kunnu taka neyðugu stigini at loysa trupulleikan.


Onnur tíðindi

04.03.2023

Fyribyrging ella avleiðing – hevur myndugleikabýti týdning?

01.03.2023

Hugleiðing um rættindi hjá einum skuldsettum

05.07.2022

Skrivstovusamstarv

28.03.2022

Nýggj hølir

26.04.2018

Frágreiðingin um flyting av veiðiloyvum handað

25.09.2013

Leiklutu­rin hjá embætisverki­num at tryggja rættarsam­felagið

Fleiri tíðindi