Hvat so?

08.09.2013

Hvussu kann man so finna varandi loysnir á hesum trupulleika, sum kanska eisini kunnu verja løgmann og landsstýrismenn ímóti at koma í slíkt ódnarveður eina aðru ferð?

Hetta snýr seg ikki um tunlar og heldur ikki um partapolitik. Hóast tað sjálvsagt eisini fyllur nógv í kjakinum.

Hevði nú vóna, at onkur fór at spyrja løgmansstjóran, hvat hon helt, at man kann gera fyri at sleppa undan hesi ónøgd við arbeiðslagnum hjá landsstýrinum eina aðruferð. Tá tað framvegis ikki tykist finnast aðrar loysnir, enn at ofta ein landsstýrismann, havi eg hug at koma við nøkrum hugskotum!

Man kundi t.d. broytt lógarteknisku eftirkanningina hjá løgdeildini í Innlendismálaráðnum frá at vera eitt tilboð til at verða eitt krav, fyri at mál kunnu leggjast fyri landsstýrisfund. Heilt fram til januar 2010 var tað ein tvungin skipan.

Man kundi kravt, at eftirkanningin eisini skal liggja við uppskotinum, tá tað verður lagt fyri landsstýrisfund, og tá uppskot seinni verða løgd fyri Løgtingið.

Man kundi víðka eftirkanningina frá eini lógartekniskari til eina innihaldsliga eftirkanning. Innihaldsliga eftirkanningin kundi, umframt at vera løgfrøðilig, verið víðka til eisini at seta krøv um eina veruliga lýsing av fíggjarligum, umhvørvisligum, samfelagsligum og øðrum viðkomandi avleiðingum. Ikki bara bingoplátan, har man skal krossa ja ella nei um hesi viðurskifti, møguliga við eini hissini frágreiðing frá einum málsviðgerða, sum sjálvdan hevur serkunnleika um hesi viðurskifti.

Man kundi, um vit taka dømi frá fyriliggjandi tunnilsmálið, útgreinað krøvini til lýsingina av fíggjarligu avleiðingunum – kanska tikið okkurt við um, at man skal upplýsa um bestu samfelagsnýttuna av eini verkætlan alt eftir, hvussu hon verður framd. Samstundis hevði hetta eisini passað væl við tankarnar aftanfyri játtanarlógini.

Um lántøka er fortreyt fyri uppskotinum, kundi man t.d. kravt at fingið upplýst metta ávirkan á ratingina hjá Moody's.

Man kundi sett krav um, at sjálvbodnar viðmerkingar frá bæði fakfólki og leikfólki, innan og uttanfyri miðfyrisitingina, seriøst skulu viðgerðast og metast um við eini innstilling frá umsitingini til landsstýrisfund.

Og ja, tað er strævið, tá alt hetta skal gerast, tað krevur tol, tíð og orku og inniber harvið eisini kostnað. Men í longdini vildi tað givið eina betri upplýsing av teimum málum, sum verða borin fram til politiska avgerð og vónandi eisini hækka um dygdina á tí, sum verður samtykt.

Skulu vit hava eitt embætisverk, ið byggjir á eina aðalreglu um at tæna politikarunum, so eiga tey eisini at verða skift út saman við politikarunum, og teirra løn ikki goldin úr landskassanum.

Týdningurin av at telja ein meiriluta í tøkum tíma skal man tó heldur ikki síggja  burtur frá. Politisk ivamál verða sjálvdan loyst í Løgtinginum.

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Mótmælisfundirnir hava sett fokus á ein grundleggjandi trupulleika, sum onkur nú vónandi sær orsøk til at royna at loysa.

Við hesum vil eg gera eina roynd at leggja upp til eitt framhaldandi konstruktivt kjak, bæði um hvussu vit fáa tað besta burturúr tí vitan, sum okkara lærdu og leikfólk, úti og heima, sita inni við, og um hvussu vit skipa okkara embætisverk.


Onnur tíðindi

04.03.2023

Fyribyrging ella avleiðing – hevur myndugleikabýti týdning?

01.03.2023

Hugleiðing um rættindi hjá einum skuldsettum

05.07.2022

Skrivstovusamstarv

28.03.2022

Nýggj hølir

26.04.2018

Frágreiðingin um flyting av veiðiloyvum handað

25.09.2013

Leiklutu­rin hjá embætisverki­num at tryggja rættarsam­felagið

Fleiri tíðindi