HVØR SKAL KLÁRA PARAGRAFFIRNAR? Flest øll fólk, koma fyrr ella seinni í ta støðu, at tey hava advokathjálp fyri neyðini. Umboðar tú eitt virki, eitt felag, tað almenna, ella hevur tú brúk fyri persónligari ráðgeving? Tykist mín vangamynd lýsa ráðgevan tú sóknast eftir? So er tú vælkomin at ringja, senda mær eitt teldubræv, ella vit kunnu avtala eina tíð, har tú kanst støkka inn á gólvið til eitt prát um tínar løgfrøðiligu avbjóðingar. Telefonin svarar gerandisdagar í tíðarskeiðnum kl. 8.30-16.00. Viðtala eftir avtalu. |
ADVOKATETISKU REGLURNAR TAKA M.A. STØÐU TIL SPURNINGAR UM Tagnarskyldu, áhugamálsstríð, uppgávu- og prísupplýsing til privatklientar, men eisini nógv onnur viðkomandi viðurskifti. Advokaturin skal viðfara allar upplýsingar, sum hann fær kunnleika til í trúnaði. Ein advokatur má ikki hjálpa einum klienti í støðum, har eitt áhugamálsstríð er íkomið, ella nærliggjandi vandi er fyri at ein slíkur tvídráttur kann íkoma. Er tað ikki gjørligt frammanundan at rokna støddina á gjaldinum, skal advokaturin av sínum eintingum upplýsa klientinum, antin hvussu gjaldið verður roknað, ella geva eina grundaða kostnaðarmeting. les meira |
STUTT UM FRÍA RÆTTARMÁLSFØRÐSLU Skipanin við ”fríari rættarførðslu” verður umsitin av ríkisumboðnum. At man fær fría rættarmálsførðslu merkir, at tað almenna rindar ávísar útreiðslur í sambandi við eitt rættarmál. Tú kanst sum høvuðsregla bara fáa fría sakarmálsførðslu, um tú lýkur tær fíggjarligu treytirnar. Ársinntøka max. kr. 329.000 fyri støk og 418.000 fyri samlivandi, ið verður hækka við 57.000 kr. fyri hvørt barnið. Tú fær ikki fría rættarmálsførðslu til vanligar tænastur frá advokatum (t.d. at gera testamenti, hjúnasátt ella skeyti). les meiraFRÍTÍÐARHÚS Í SPANIA - trýst her |
HVAT ER RÆTTARHJÁLPSTRYGGING?
At fáa tryggingarrættarhjálp merkir, at tryggingarfelagið rindar allar útreiðslur í sambandi við eitt rættarmál. Rættarhjálpstryggingin tekur bara við, um talan er um eina ósemju, sum í so føri skal leggjast fyri rættin/gerðarætt. Harumframt hevur tryggjaði skyldu at søkja um fría rættarførðslu, um so er, at hann lýkur tær fíggjarligu treytirnar fyri hesum. Tað
ber ikki til, at fáa tryggingarrættarhjálp til vanligar
sakføraratænastur, t.d. til at gera eitt testamenti, eina hjúnasátt
ella eitt skeyti. |