Vit, Kristina og Eyðhild, sum báðar hava løggilding sum advokatar, deila skrivstovuhølir á ovastu hædd í Dr. Jakobsensgøtu 3 í havn

Hóast vit hava skipað okkara virksemi í skrivstovufelagsskapi og hava eina felags heimasíðu, so eru og virka vit sum tveir sjálvstøðugir advokatar.

Tað vil siga, at vit arbeiða hvør sær, hava hvør sínar klientar, hvør sítt bókhald vm.

Vit hava eisini hvør sítt einstaklingavirki, og eru annars ikki knýttar saman á nakran hátt.

Vit samstarva tó í ávísan mun.

Tú kanst lesa meira um okkum við at trýsta á leinkjurnar til vinstru.