
Um meg
Eg eri úr Vági, eri gift og havi tvey børn.
Eg byrjaði mína yrkisleið sum advokatur, og burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, har eg arbeiddi í Løgtinginum, starvaðist eg sum advokatur í góð 20 ár, áðrenn eg fór í eitt alment starv. Tað var á Ríkisumboðnum, har eg burturav starvaðist við familjurætti (hjúnabandsmál, mál um samveru o.a.), sum hevur mín stóra áhuga. Eg havi síðani arbeitt sum stjóri á Dátueftirlitinum í góð 7 ár, og dátuvernd eins og almenn fyrisiting og starvsfólkarættur eru øki innan løgfrøðina, sum mær dámar sera væl at arbeiða við. Umframt hesi størv havi eg í stóran mun arbeitt á privatrættarliga økinum sum nevndarlimur í Fíggingargrunninum, í Føroya Banka og á Føroya Tele, eins og eg havi undirvíst og verið próvdómari í vinnulívsrætti. Eg eri nú aftur á gomlu slóðini sum advokatur, og er tað einamest hetta at sleppa aftur at arbeiða breitt við øllum økjum innan løgfrøðina, sum hevur ført til tað.
Útbúgving
Cand.jur. frá Universitetinum í Keypmannahavn í 1990, og løggilding sum advokatur í 1993. Havi umframt grundútbúgving í leiðslu.
Her er mín starvsleið:
1990-1995 Advokatfulltrúi, seinni advokatur, á Advokatskrivstovuni í Havn
1996-1997 Fulltrúi í Løgtinginum
1997-2012 Advoktur við egnari fyritøku, Teirin & Skaalum Advokatar
2012-2013 Fulltrúi hjá Ríkisumboðnum, har eg burturav fekst við familjurætt (mál um
samveru og foreldrarætt og hjúnabandsmál)
2013-2020 Stjóri á Dátueftirlitinum
2022- Advokatur við egnari fyritøkur, Advokatur Eyðhild Skaalum
Nevndararbeiði o.a.
Eg havi royndir frá nevndararbeiði sum fyrrverandi nevndarlimur í Fíggingargrunninum, hjá Føroya Tele, í Føroya Banka, og í Ítróttardómstólinum hjá ÍSF.
Eg havi undirvíst og verið próvdómari í vinnulívsrætti á Føroya Handilsskúla.
Formlig krøv til virksemi sum advokatur:
- Eri beskikkað av danska Løgmálaráðnum og eri partur av danska Advokatsamfundet.
- Eri fevnd av ábyrgdartrygging og garantiskipan, ið eru teknað hjá HDI-Gerling Forsikring, Indiakaj 6, 1. DK-2100 København Ø. Ábyrgdartrygging fevnir um alt advokatvirksemið hjá mær uttan mun til, hvar virksemið verður framt.
- Eri sum advokatur fevnd af eftirlits- og disciplinærskipan og reglurnar um góðan advokatsið sambært § 126 í rættargangslógini. Eisini fylgi eg teimum advokatetisku reglunum.
- Eg nýti ikki avtalutreytir um lógval og/ella varnarting í mínum treytum, uttan so at hetta er avtalað frammanundan.