Tú kanst fáa tryggingarrættarhjálp, um tú hevur eina rættarhjálpstrygging


Vanliga er rættarhjálpstrygging knýtt til hesi tryggingarsløg:

- Sethúsatrygging
- Akfarstrygging (skrokktrygging)
- Frítíðarbátatrygging (skrokktrygging)
- Innbúgvstrygging


Tryggingar, har tað vanliga IKKI er rættarhjálpsdekningur:

Lógarbundin ábyrgdartrygging av bili og vanlukkutrygging.

Um tygum eru vinnurekandi, hava tygum kanska eisini eina rættarhjálpstrygging t.d. í tygara vinnuleysafæ-trygging.


Nær tekur rættarhjálpstryggingin við:

Rættarhjálpstryggingin tekur bara við, um talan er um eina ósemju, sum í so føri skal leggjast fyri rættin/gerðarætt.

Rættarhjálpstryggingin tekur við, bæði tá talan er um rættarmál/gerðarættarmál og sakførarakostnað í sambandi við royndir at fáa semju undan sjálvum rættarmálinum, um tú kanst skjalprógva mótvegis tryggingarfelaginum, at talan er um eina ósemju, og sostatt at partarnir eru ósamdir um nakað ávíst, ið ber við sær rímiligt grundarlag fyri einum borgarligum sakarmáli.

Tað er tí umráðandi, at tú so skjótt sum gjørligt fær til vega okkurt skrivligt frá tínum mótparti, sum vísir at tit eru ósamd um nakað ávíst.

Harumframt hevur tryggjaði skyldu at søkja um fría rættarførðslu, um so er, at hann lýkur tær fíggjarligu treytirnar fyri hesum.

Tað ber ikki til at fáa tryggingarrættarhjálp til vanligar sakføraratænastur, t.d. til at gera eitt testamenti, eina hjúnasátt ella eitt skeyti.

Tryggingarrættarhjálpin tekur bara við, um tú hevur ein sakførara at umboða teg í rættarmálinum. Tað er tín sakførari, ið skal lata inn umsókn um tryggingarrættarhjálp tína vegna. Tað er eisini tín sakførari, sum skal og eigur at greiða tær frá øllum viðkomandi viðvíkjandi tryggingarrættarhjálp.


Hvørjar útreiðslur rindar tryggingarrættarhjálpin?

At fáa tryggingarrættarhjálp merkir, at tryggingarfelagið rindar allar útreiðslur í sambandi við eitt rættarmál, men ikki sjálvt sakarkravið og heldur ikki tínar útreiðslur, í sambandi við at tú skalt møta í rættinum, t.d. mista arbeiðsinntøku o.l.

Tryggingarrættarhjálpin rindar:

  • rættargjøld

  • útreiðslur til tín egna sakførara

  • útreiðslur til próvførðslu

  • útreiðslur til sýn og meting

  • sakarkostnað, sum tú kann verða dømdur at rinda til mótpartin, um tú tapir sakina

  • aðrar útreiðslur í sambandi við rættarmálið/ósemjuna


Rættarhjálpstryggingin tekur ikki við øllum sløgum av ósemjum/rættarmálum.

Undantikið frá tryggingarrættarhjálpini eru t.d. ósemjur:

  • í sambandi við atvinnuvirki hjá tí tryggjaða

  • við myndugleikar í skatta- og avgjaldsmálum

  • um hjúnarskilnað, foreldramyndugleika o.l.

  • í sambandi við skifti og arv

  • injurie- (útspillingar-) mál

  • revsimál

  • innheinting hjá tí tryggjaða

Sum privatpersónur eru allar ósemjur viðvíkjandi tínum starvi/hjástarvi undantiknar. Tað merkir, at mál har tú er løntakari eru ikki fevndar av tryggingini.

Um tú er vinnurekandi, er kanska ein serlig rættarhjálpstrygging í tínum vinnutryggingum.

Lagt skal verða til merkis, at tað ber til at fáa fría sakarmálsførðslu, um tú lýkur tær fíggjarligu treytirnar, í onkrum av teimum málunum, har rættarhjálpstryggingin ikki tekur við, t.d. mál har tú er løntakari.


Hvat kostar tryggingarrættarhjálpin?


Sjálvsábyrgd merkir, at hin tryggjaði vanliga sjálvur skal rinda 10% av kostnaðinum, tó í minsta lagi kr. 500,00. Um tú lýkur tær fíggjarligu treytirnar at fáa fría rættarførðslu, skal tú ikki rinda sjálvsábyrgd. Vanliga veitir tryggingin í mesta lagi kr. 100.000,00 í endurgjaldi fyri hvørt mál.

Nærri upplýsing um tryggingartreytirnar eru at finna á heimasíðunum hjá Betri Trygging og Trygd.

Betingelser for retshjælpsforsikring 2008 verða í stóran mun nýttar vegleiðandi eisini í Føroyum, hóast galdandi lóggáva á ávísum økjum er ymisk, og treytirnar sostatt ikki tá kunnu nýtast til leiðbeining.





Summarfrí:

Skrivstovan er stongd fram til týsmorgunin 20. august.


Kristina Samuelsen, advokatur (L)
Telefon: 511883
Teldupostur: ks@advokatur.fo

Skrivstova:
Gr. Kambansgøta 17 kj.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 511883
Teldupostur: advokatur@advokatur.fo
V-tal: 602795


Frágreiðingin handað! 

- 26.04.2018


Greinar:

Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið - 25.09.2013

Hvat so? - 08.09.2013

Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?
- 01.09.2013