Formlig krøv til virksemi sum advokatur:

- Eri beskikkað av danska Løgmálaráðnum og eri partur av danska Advokatsamfundet. Havi møtirætt fyri landsrættin.

- Eri fevnd av ábyrgdartrygging og garantiskipan, ið eru teknað hjá HDI-Gerling Forsikring, Indiakaj 6, 1. DK-2100 København Ø. Ábyrgdartrygging fevnir um alt advokatvirksemið hjá mær uttan mun til, hvar virksemið verður framt. 

- Eri sum advokatur fevnd af eftirlits- og disciplinærskipan og reglurnar um góðan advokatsið sambært § 126 í rættargangslógini. Eisini fylgi eg teimum advokatetisku reglunum.

- Nýti ikki avtalutreytir um lógval og/ella varnarting í mínum treytum, uttan so at hetta er avtalað frammanundan.


Útbúgving:

Cand. jur. frá Aarhus Universitet í 1993 og løggilding sum advokatur í 2012. Harumframt 1. part av HD-útbúgving í 2004. 


Her er mín starvsleið: 

2013-       : Rikið egna advokatfyritøku

2011-2013: Fulltrúi og advokatur hjá Hentze Advokatum

2010-2011: Fíggjarfulltrúi hjá Ríkisumboðnum (við ábyrgd av roknskaparviðurskiftum og lógarmálum)

2007-2010: Ráðgevi í Løgtinginum (fyri vinnu-, uttanlands- og landsstýrismálanevndina)

2006-2007: Ráðgevi í Føroya Banka

1997-2006: Ráðgevi í Løgtinginum (fyri vinnu-, rættar-, uttanlands- fíggjar- og landsstýrismálanevndina)

1994-1997: Fulltrúi og frá 1996 leiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Telefonverk Føroya Løgtings

1993-1994: Fulltrúi hjá Arbeiðsloysisskipanini


Hjástørv og umboðan í nevndum, stýrum og ráðum:

Núverðandi: Formaður fyri kærunevndina hjá ALS og BAS, ráðgevi og dagligur leiðari hjá Rættarhjálp Føroya, formaður í felagnum "ogn.fo".

Fyrrverðandi: Næstformaður og stýrislimur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, formaður og nevndarlimur í felagnum Lóg, formaður í skúlastýrinum fyri Eysturskúlan, nevndarlimur í P/f Dimmalætting, limur í Kappingarráðnum, limur í ráðnum fyri Landbankan, lærari og próvdómari í vinnulívsrætti á Føroya Handilsskúla, nevndarlimur í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, uttanhýsis konsulentur fyri Almannastovuna.




Summarfrí:

Skrivstovan er stongd fram til týsmorgunin 20. august.


Kristina Samuelsen, advokatur (L)
Telefon: 511883
Teldupostur: ks@advokatur.fo

Skrivstova:
Gr. Kambansgøta 17 kj.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 511883
Teldupostur: advokatur@advokatur.fo
V-tal: 602795


Frágreiðingin handað! 

- 26.04.2018


Greinar:

Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið - 25.09.2013

Hvat so? - 08.09.2013

Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?
- 01.09.2013