Hvat so?

Hvat so?


08.09.2013:


Hvussu kann man so finna varandi loysnir á hesum trupulleika, sum
kanska eisini kunnu verja løgmann og landsstýrismenn ímóti at koma í
slíkt ódnarveður eina aðru ferð?


Hetta snýr seg ikki um tunlar og heldur ikki um partapolitik. Hóast tað sjálvsagt eisini fyllur nógv í kjakinum.


Hevði nú vóna, at onkur fór at spyrja løgmansstjóran, hvat hon helt,
at man kann gera fyri at sleppa undan hesi ónøgd við arbeiðslagnum hjá
landsstýrinum eina aðruferð. Tá tað framvegis ikki tykist finnast aðrar
loysnir, enn at ofta ein landsstýrismann, havi eg hug at koma við nøkrum
hugskotum!


Man kundi t.d. broytt lógarteknisku eftirkanningina hjá løgdeildini í
Innlendismálaráðnum frá at vera eitt tilboð til at verða eitt krav,
fyri at mál kunnu leggjast fyri landsstýrisfund. Heilt fram til januar
2010 var tað ein tvungin skipan.


Man kundi kravt, at eftirkanningin eisini skal liggja við
uppskotinum, tá tað verður lagt fyri landsstýrisfund, og tá uppskot
seinni verða løgd fyri Løgtingið.


Man kundi víðka eftirkanningina frá eini lógartekniskari til eina
innihaldsliga eftirkanning. Innihaldsliga eftirkanningin kundi, umframt
at vera løgfrøðilig, verið víðka til eisini at seta krøv um eina
veruliga lýsing av fíggjarligum, umhvørvisligum, samfelagsligum og øðrum
viðkomandi avleiðingum. Ikki bara bingoplátan, har man skal krossa ja
ella nei um hesi viðurskifti, møguliga við eini hissini frágreiðing frá
einum málsviðgerða, sum sjálvdan hevur serkunnleika um hesi viðurskifti.


Man kundi, um vit taka dømi frá fyriliggjandi tunnilsmálið, útgreinað
krøvini til lýsingina av fíggjarligu avleiðingunum – kanska tikið
okkurt við um, at man skal upplýsa um bestu samfelagsnýttuna av eini
verkætlan alt eftir, hvussu hon verður framd. Samstundis hevði hetta
eisini passað væl við tankarnar aftanfyri játtanarlógini.


Um lántøka er fortreyt fyri uppskotinum, kundi man t.d. kravt at fingið upplýst metta ávirkan á ratingina hjá Moody's.


Man kundi sett krav um, at sjálvbodnar viðmerkingar frá bæði fakfólki
og leikfólki, innan og uttanfyri miðfyrisitingina, seriøst skulu
viðgerðast og metast um við eini innstilling frá umsitingini til
landsstýrisfund.


Og ja, tað er strævið, tá alt hetta skal gerast, tað krevur tol, tíð
og orku og inniber harvið eisini kostnað. Men í longdini vildi tað givið
eina betri upplýsing av teimum málum, sum verða borin fram til
politiska avgerð og vónandi eisini hækka um dygdina á tí, sum verður
samtykt.


Skulu vit hava eitt embætisverk, ið byggjir á eina aðalreglu um at
tæna politikarunum, so eiga tey eisini at verða skift út saman við
politikarunum, og teirra løn ikki goldin úr landskassanum.


Týdningurin av at telja ein meiriluta í tøkum tíma skal man tó heldur
ikki síggja  burtur frá. Politisk ivamál verða sjálvdan loyst í
Løgtinginum.


Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Mótmælisfundirnir
hava sett fokus á ein grundleggjandi trupulleika, sum onkur nú vónandi
sær orsøk til at royna at loysa.


Við hesum vil eg gera eina roynd at leggja upp til eitt framhaldandi
konstruktivt kjak, bæði um hvussu vit fáa tað besta burturúr tí vitan,
sum okkara lærdu og leikfólk, úti og heima, sita inni við, og um hvussu
vit skipa okkara embætisverk.