Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið

25.09.2013:

Í grein fyrr í mánaðinum setti eg spurnartekin við, hvat vit skulu hava embætisfólk til. Her vil eg royna at koma spurninginum eitt sindur nærri við eini lýsing av nøkrum persónsímyndum.

Jeronimus og Politicus eru ímyndir, ið lýsa ytstu mørkini tá tað kemur til dygdir hjá embætismonnum. Samstundis kann man kanska siga, at Jeronimus er verji hjá rættarsamfelagnum, meðan Politicus er verji hjá demokratinum.

Jeronimus umboðar tær fyrr kendu klassisku embætismannadygdirnar sum sakkunnleiki, løgfrøðiligan rættleika, fakligheit, nærlagni og rættartrygd. Jeronimus skilir eisini týdningin av at verja tær klassisku dygdirnar. Hann er verji fyri, at reglur verða yvirhildnar og garantur fyri sakkunnleika og kontinuiteti. Samstundis er hann eisini garantur fyri, at eingin kann seta spurnartekin við, um tað, sum fer fram, er lógligt. Men hann hevur eisini nakrar neiligar síður. Hann er sera upptikin av at verja tað verandi og vísa á hvørjar forðingar kunnu vera fyri politiskum ætlanum, heldur enn at finna loysnir. Sær sjálvdan fyrimun við broytingum og hevur sum motto: ”Vera sum tað er, verða sum tað var”.

Jeronimus bleiv í 80- og 90-unum lutvíst trokaður burtur av Politicus, ið leggur dent á tey politiskt-taktisku atlitini. Leikluturin hjá Politicus er at vera kreativur mennari av hugskotum og vera politiskur ráðgevi. Hann leggur størri dent á politiska innliving og ”gefühl” enn løgfrøðiligan rættleika. Fer fyrst eftir tí røttu politisku loysnini og spyr so aftaná – um hann yvirhøvur minnist til tað – um loysnin er í samsvari við lóg og rætt. Er tað ivasamt, so hálar hann í elastikkið.

Í tí reint demokratiska samfelagnum eigur embætismaðurin einans at vera tænari hjá tí politisku leiðsluni. Men í og við at vit ikki bara liva í einum demokratiskum samfelagi, men eisini í einum rættarsamfelagi, so liggur tað ein skylda á embætismanninum at raðfesta rættarsamfelagið og kravið um sakkunnleika hægri enn demokratiið. Rættarsamfelagið er grundvøllurin undir okkara konstitutionella demokratiið.

Tað er ein avbjóðing, og ofta sera trupult fyri embætisverkið, at lyfta sína skyldu at raðfesta rættarsamfelagið. Serliga um møguleikarnir fyri almennum innliti í tær politiskt-fyrisitingarligu avgerðarmannagongdirnar eru vánaligir, ella um tað innanhýsis í fyrisitingini ikki er vilji til at kjakast opið um trupulleikar.

Hinvegin skal man eisini taka atlit til, at um embætisverkið ikki vil veita politisku skipanini tað vøruna, sum politiska skipanin ynskir at fáa, so vilja politikararnir finna aðrar veitarar (antin eksternar ráðgevar ella internar politiskar ráðgevar). Hetta skal so setast upp ímóti tørvinum á at varðveita integritetin og trúvirðið hjá embætisverkinum.

Politicus kann sostatt tryggja, at tað ber til at varðveita skipanina, vit hava við ikki politiskum embætismonnum. Men tekur hann yvir, so er vandi fyri, at vit missa rættarsamfelagið.

Avbjóðingin er at finna ta røttu javnvágina millum Jeronimus og Politicus, bæði hjá tí einstaka embætismanninum, men í øllum førum í embætismannaskipanini sum heild.

Skipanin virkar ikki, tá Politicus tekur yvir, og alt kann og skal metast við grundarlagið í politiskum atlitum, og tá reglur og fakkunnleiki verða togaðar og bendar eftir umstøðunum. Vandin við Politicus er ein ov stór politisk undirbrotligheit og eitt ov ringt fakligt mótspæl. Tí er tað av stórum týdningi at geva dygdunum hjá Jeronimusi rúmd. Tað er strævið, men annars gongur galið.

Við íblástri, og lutvíst sum beinleiðis týddar endurgevingar, úr greinini: ”Samspillet mellem politikere og embedsmænd” hjá professor, dr. Jur. Jens Peter Christensen við Aarhus Universitet í útgávuni: ”Etik, ansvar og værdier i den offentlige sektor”; Finansministeriet; ár 2000.






Kristina Samuelsen, advokatur (L)
Telefon: 511883
Teldupostur: ks@advokatur.fo

Skrivstova:
Gr. Kambansgøta 17 kj.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 511883
Teldupostur: advokatur@advokatur.fo
V-tal: 602795


Frágreiðingin handað! 

- 26.04.2018


Greinar:

Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið - 25.09.2013

Hvat so? - 08.09.2013

Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?
- 01.09.2013