Stutt um fría rættarmálsførðslu

Skipanin við ”fríari rættarførðslu” verður umsitin av ríkisumboðnum.

Á heimasíðuni hjá ríkisumboðnum kanst tú lesa meira um fría sakarmálsførðslu. Sí www.rigsombudsmanden.fo undir teignum ”fri proces”.


Hvør kann fáa fría sakarmálsførðslu?

Tú kanst sum høvuðsregla bara fáa fría sakarmálsførðslu, um tú lýkur tær fíggjarligu treytirnar. Ársinntøka max. kr. 329.000 fyri støk og 418.000 fyri samlivandi, ið verður hækkað við 57.000 kr. fyri hvørt barnið. Fyri nærri upplýsing um fíggjarligu treytirnar, sí kunngerð á logir.fo.


Hvat merkir frí rættarmálsførðsla?

At man fær fría rættarmálsførðslu merkir, at tað almenna rindar ávísar útreiðslur í sambandi við eitt rættarmál, men ikki t.d. sjálvt sakarkravið, sakarkostnað til mótpartin og heldur ikki tínar egnu útreiðslur í sambandi við, at tú skalt møta í rættinum, sum t.d. mista arbeiðsinntøku og líkn.

Snýr málið seg um rindan av eini oljurokning, so rindar tað almenna sostatt ikki oljurokningina, men tann sakarkostnað, sum er knýttur til rættarmálið um oljurokningina. Frí sakarmálsførðsla fevnir m.a. um hesar útreiðslur:
  • rættargjørd

  • útreiðslur til tín egna advokat

  • útreiðslur til próvførðslu/samsýning til vitnir

  • útreiðslur í sambandi við sýn og meting/samsýning til sýns- og metingarmann

  • aðrar útreiðslur í sambandi við rættarmálið

  • innleiðandi útreiðslur í sambandi við t.d. innheinting, t.v.s. í sambandi við eina úttøku


Hvussu fær man fría rættarmálsførðslu?

Tú skalt søkja um fría rættarmálsførðslu. Hetta verður ikki játtað av sær sjálvum.

Umsókn um fría rættarmálsførðslu skal sendast til ríkisumboðið.


Til hvørji mál kann man fáa fría rættarmálsførðslu?

Tú fært ikki fría rættarmálsførðslu til vanligar tænastur frá advokatum (t.d. at gera testamenti, hjúnasátt ella skeyti).

Tú kanst fáa fría rættarmálsførðsu til rættarmál.

Tú kanst bara fáa fría rættarmálsførðslu, um tú er saksøkjari ella saksøktur í einum borgarligum rættarmáli.

Tað ber eisini til at fáa fría rættarmálsførðslu til eitt mál í fútarættinum, men tað krevur, at tað ikki bara er talan um eitt einfalt mál, har tú skyldar onkrum pening.

Tú vil sum leigari vanliga kunna fáa fría rættarmálsførðslu til eitt mál í fútarættinum, um útleigari vil hava teg blakaðan út úr leigumálinum.


Revsimál?

Ákærdi í revsimálum kann ikki fáa fría rættarmálsførðslu, men kann fáa ein verja tilnevndan. Órættaði/offrið í revsimálum kann ikki fáa fría rættarmálsførðslu, men kann í ávísum førum fáa ein advokat tilnevndan. Bæði ákærdi og órættaði skulu biða rættin um at fáa ein verja/advokat tilnevndan.

Vinnurekandi?

Ert tú vinnurekandi, kanst tú bara fáa fría rættarmálsførðsku, um málið ikki snýr seg um tína vinnu, ella um tú hevur eitt minni vinnuvirki og títt yvirskot er nær knýtt til úrslitið á rættarmálinum, t.d. leigumál. Annars eigur tú sum vinnurekandi at fáa tær rættarhjálpsdekning á tínum vinnutryggingum.

Ert tú vinnurekandi, men søkir um fría sakarmálsførðslu til t.d. eitt mál um hjúnarskilnað, kanst tú sjálvsagt gott fáa fría rættarmálsførðslu, sjálvt um tú er vinnurekandi, um tú annars lýkur hinar treytirnar fyri at fáa fría sakarmálsførðslu.


Neyðugt við einum sakførara?

Tú nýtist ikki at hava ein advokat til at føra tína sak, men í og við at frí sakarmálsførðsla eisini dekkar útreiðslur til eina sakførara, er eingin orsøk til, at tú ikki fært tær ein advokat. Tú fært bert rindað fyri rættarhjálp frá tryggingini, um tú hevur ein sakførara at føra tína sak.





Kristina Samuelsen, advokatur (L)
Telefon: 511883
Teldupostur: ks@advokatur.fo

Skrivstova:
Gr. Kambansgøta 17 kj.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 511883
Teldupostur: advokatur@advokatur.fo
V-tal: 602795


Frágreiðingin handað! 

- 26.04.2018


Greinar:

Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið - 25.09.2013

Hvat so? - 08.09.2013

Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?
- 01.09.2013