ADVOKATETISKU REGLURNAR TAKA M.A. STØÐU TIL SPURNINGAR UM


Tagnarskyldu

Trúnaður er ein treyt fyri virkseminum hjá advokatinum og ein grundleggjandi skylda og rættur, ið skal virðast, ikki bara við atlitið til tann einstaka men eisini við atlitið til rættarsamfelagið.

Tað er avgerðandi, at ein advokatur kann fáa upplýsing um viðurskifti, sum klienturin ikki vil siga øðrum, og at advokaturin kann fáa kunnleika um upplýsingarnar í trúnaði.

Advokaturin skal viðfara allar upplýsingar, sum hann sum liður í sínum virksemi fær kunnleika til, í trúnaði. Tagnarskyldan er galdand uttan tíðaravmarking.


Áhugamálsstríð

Tá advokaturin átekur sær eina uppgávu, skal advokaturin í hvørjum einstøkum føri og í rímuligan mun tryggja sær, at eingin kann koma í iva um, at advokaturin hevur hildið reglurnar um áhugamálsstríð.

Ein advokatur má ikki hjálpa einum klienti í støðum, har eitt áhugamálsstríð er íkomið, ella har tað er nærliggjandi vandi fyri, at ein slíkur tvídráttur kann íkoma.


Uppgávu- og prísupplýsing til privatklientar

Tá klienturin er ein privatpersónur, skal advokaturin - klárt og týðuliga, skrivliga og beinleiðis - upplýsa klientin um teir mest týðandi lutirnar í hjálpini, ið hann roknar við skal veitast. Hetta skal hann gera av sínum eintingum, í sambandi við at avtala verður gjørd um eina uppgávu. Hevur advokaturin frammanundan ásett eitt ávíst gjald, so skal hann eisini upplýsa um støddina av tí gjaldinum, sum hann ætlar at krevja.

Er tað ikki gjørligt at rokna støddina á gjaldinum frammanundan, skal advokaturin klárt og týðuliga, skrivliga og beinleiðis mótvegis klientinum upplýsa, antin hvussu gjaldið verður roknað, ella geva eina grundaða kostnaðarmeting. Hetta skal hann gera av sínum eintingum, í sambandi við at avtala verður gjørd um eina uppgávu. Advokaturin skal harumframt upplýsa um væntaðar útreiðslur, herímillum almenn gjøld.

Ger advokaturin eina kostnaðarmeting, skal klienturin skjótast gjørligt kunnast skrivliga, um samlaða gjaldið kann væntast at gerast hægri enn tann upphæddin, sum er nevnd í kostnaðarmetingini. Advokaturin skal av sínum eintingum klárt og týðuliga kunna klientin um hetta.


Advokatetisku reglurnar taka harumframt støðu til nógv onnur viðkomandi viðurskifti. Les nærri um advokatetisku reglurnar á www.advokatsamfundet.dk, ella tak niður reglurnar sum pdf-skjal her.






Kristina Samuelsen, advokatur (L)
Telefon: 511883
Teldupostur: ks@advokatur.fo

Skrivstova:
Gr. Kambansgøta 17 kj.
FO-100 Tórshavn
Telefon: 511883
Teldupostur: advokatur@advokatur.fo
V-tal: 602795


Frágreiðingin handað! 

- 26.04.2018


Greinar:

Leikluturin hjá embætisverkinum at tryggja rættarsamfelagið - 25.09.2013

Hvat so? - 08.09.2013

Hvat er trupulleikin, og hvør kann loysa hann?
- 01.09.2013